Inter Milan hevur í kvøld vunnið seg í Europa League finaluna við knúsandi 5-0 sigri á ukrainska Shakhtar Donetsk. Lautaro Martinez og Romelu Lukaku skoraðu hvør síni tvey mál. Inter Milan skal spæla móti Sevilla í finaluni.
Inter Milan kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Lautaro Martinez stútaði eitt frálíkt innlegg í málið. Inter Milan økti miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tað var eftir eina løtu har Shakhtar Donetsk var leikliga omaná. Bara minuttin undan 2-0 málinum hjá Danilo D'Ambrosio, hevði Shakthar ein risa málmøguleika.
Síðani setti Inter Milan trumf á. Lautaro Martinez økti til 3-0, áðrenn Romelu Lukaku slapp upp í part. Hann skoraði tvær ferðir til úrslitið 5-0. Finalan í Europa League verður fríggjadagin 21. august millum Inter Milan og Sevilla.
Europa League hálvfinalur:
Inter Milan – Shakhtar Donetsk 5-0 (1-0)
1-0 Lautaro Martinez, 19
2-0 Danilo D'Ambrosio, 64
3-0 Lautaro Martinez, 74
4-0 Romelu Lukaku, 78
5-0 Romelu Lukaku, 84
Inter Milan: Handanovič; Godín, De Vrij, Bastoni; D’Ambrosio (Moses 81), Barella, Brozović (Sensi 85), Gagliardini, Young (Biraghi 66); Martínez (Eriksen 81), Lukaku (Esposito 85)
Shakhtar: Pyatov; Dodô, Kryvtsov, Khocholava, Matviyenko; Marcos Antônio, Stepanenko; Marlos (Konoplyanka 75), Alan Patrick (Solomon 59), Taison; Júnior Moraes
Sevilla – Manchester United 2-1 (1-1)
0-1 Bruno Fernandes, 9 br
1-1 Suso, 26
2-1 Luuk de Jong, 78
Sevilla: Bounou; Navas, Koundé, Diego Carlos, Reguilón; Banega, Fernando, Jordán (Gudelj 87); Suso (Vázquez 75), En-Nesyri (Luuk de Jong 56), Ocampos (Munir 56)
Manchester United: Romero; Wan-Bissaka (Fosu-Mensah 88), Lindelöf, Maguire, Williams (James 87); Fred; Greenwood (Ighalo 90+3), Bruno Fernandes, Pogba, Rashford (Mata 87); Martial