Knørrur sleppur ikki undan FM

8-mannafør: Eftir sigurin í Sandavági er setningurin hjá Knørri at megna at rógva teinin upp á 900 metrar, sum ólavsøkumálið fevnir um


Tað var stórur fagnaður, tá ið Knørrur damlaði á dráttin, eftir glæsiliga sigurin á Ørvi, Argjabátinum og Nevinum Reyða. Dreingirnir á Jallinum saman við øðrum viðhaldsfólkum syftu bátin upp á land og bóru hann upp á pláss.
                      FM heitið er ikki tryggjað hundrað prosent, men tað var ikki at undrast á, at deymurin av FM og gulli hekk uppi í Knørra monnunum og viðhaldsfólkunum hjá teimum. Sigurin bar við sær, at tað eru fimm stig frá Knørri og aftur til Ørv. Bara fýra bátar hava luttikið í hesi kappingini, og tí er setningurin hjá Knørri at koma á mál á Ólavsøku, so verður hann meistari.
                      Um Knørrur rør soleiðis, sum hann gjørdi á Vestanstevnu, so verður hann meistari við manér, og tað vil siga við sigri á Ólavsøku:
                      - Tað gekk framúr hjá okkum. Vit fingu góðan start, og lunnaróðurin gekk fínt, var viðmerkingin hjá fegnu Knørra monnunum, tá ið teir aftur høvdu fingið fast undir føti.
 
Knørrur stýrdi róðrinum
Aftur hesa ferð var tað Nevið Reyða, sum legði bragdligast fyri, men tað var skjótt, at Knørrur var fremstur, og síðani var tað eingin ivi um, hvør fór at vinna. Knørrur stýrdi róðrinum, og hinir bátarnir megnaðu ongantíð at bjóða honum av, eftir at hann hevði vunnið oddastøðuna.
                      Heldur var tað ein spurningur um, hvør fór at vinna kappingina um næstfremsta plássið. Sammett við undanfarnu ferðirnar var tað eitt sindur óvæntað, at tað var Argjabáturin, sum lá á Ørvi í tí kappingini. Munurin var stórur skutur. Eftir góða startspurtin og góða støðu ein part av miðróðrinum datt Nevið Reyða aftur á fjórða og aftasta plássið.
Knørrur hevur tríggjar ferðir áður verið føroyameistari  í 1985, 1989 og í 1990.
Úrslitið á Vestanstevnu ber við sær, at tað undan Ólavsøkuni er avgjørt, at Ørvur fer at vinna silvur og at Argjabáturin fer at vinna bronsu í FM kappingini. Tað hevur verið tosað um, at Nevið Reyða skuldi fara at gera ein vørr í síðstu róðrunum. Higartil hevur tað ikki eydnast, men sjálvandi hevði sigur á Ólavsøku bøtt heilt nógv um!


Úrslit 8 mannafør menn
1 Knørrur 04:31.08
2 Argjabáturin 04:34.02
3 Ørvur 04:35.04
4 Nevið Reyða 04:38.11