Knørrur skipar dans í Føroyahúsinum

Leygarkvøldið skipar róðrarfelagið Knørrur fyri dansi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Róðrafelagið Knørrur í Keypmannahavn skipar fyri dansi í Føroyahúsinum leygarkvøldið. Teir sum spæla verða, Eyðun Nolsøe, Høgni Lisberg, Agnar Lamhauge og Ingi Isaksen. Dyrnar lata aftur kl. 24.

Endamálið við tiltakinum er sjálvandi at fáa til vega pening til virksemið hjá felagnum. Róðrarfelagið Knørrur er eitt ung og virkið felag, sum varð sett á stovn í 2002. Í felagnum eru eini 40 limir í aldursbólkinum 20 til 60 ár. Virksemið felagsins verður rikið úr Hvidovre Havn, og hevur felagið heili fimm manningar: Oldgirls, Oldboys, Gentur, Norðurlendsk og motión.