8-MANNAFØR
Róðurin á Vágs firði bendi á, at tað kanska fer at verða meiri spennandi í teimum trimum róðrunum, sum eru eftir, enn tað higartil hevur tókst, at tað skal verða.
Eftir sigrar í tveimum teimum fyrstu kappingunum noyddist Knørrur at lúta fyri Ørvi á Skálafjørðinum. Roknað varð við, at Ørvur aftur hesa ferð skuldi geva Knørri skarpan gang, men soleiðis myndaðist kappingin ikki.
Argjabáturin legði bragdliga fyri, og Nevið Reyða, sum í trimum teimum fyrstu róðrunum hevði verið væl aftastur, lá fitta løtu á næstfremsta plássinum.
So stakk Knørrur seg fram. Ørvur royndi at fylgja við, men tað gekk illa hjá honum at taka Argjabátin, meðan Knørrur so við og við økti um munin aftur til teir báðar næstu til eina bátslongd.
Knørrur helt tørn um munin aftur til hinar, og á málinum var hann klárt fremstur. Ørvur hevði harða kapping frá Argjabátinum. Bátarnir komu mest sum í senn á mál, men Ørvur var reingina undan Argabátinum.
Nevið Reyða, sum leingi fylgdi væl við, var hálva aðru bátslongd aftanfyri Ørv og Argjabátin.
- Um vit framvegis skuldu liggja best fyri í FM kappingini, so var neyðugt at vinna. Hesa ferð stemmaði tað væl hjá okkum, og nú eru vit fýra stig frammanfyri tann næsta. Um Ørvur hevði havt vunnið hesa ferð, og vit høvdu havt verið næstfremstir, so hevði stigatalið hjá okkum verið tað sama, og so hevði útgangsstøðan undan trimum teimum síðstu kappingunum verið tann sama, sum hon var undan Norðoyastevnuni. Tað er hon ikki nú, staðfesti væl nøgda Knørra manningin, sum á Vágsfirði rættuliga segði takk fyri seinast.
8 mannafør
1Knørrur04:37.14
2Ørvur04:40.09
3Argjabáturin04:40.12
4Nevið Reyða04:46.20