Regatta
Kappróðrarstevnan Knørrur Regatta verður í Sydhavnini í Keypmannahavn leygardagin 30. august Áhugin fyri føroyskum kappróðri er stórur í Danmark og fyrireikararnir vænta nógv fólk í Sydhavn leygardagin.
Tilsamans eru 20 manningar frá hesum feløgum teknaðar til stevnuna: Neystið, Tvørábáturin, Brundurin, Sorø/FFaV, Brännö Rodklubb og Knørrur. Sum vant er stórur spenningur millum manningar og feløg undan róðrunum, tí tað hevur verið sera javnt millum bátarnar á undanfarnu stevnunum í Norðhavn og Ishøj.
Róð verður í sonevnda 'Kalvebodsløbet' og málið er fyri endan av Molestien og Dæmningsvej - beint undir tokbrúnni millum Sjælland og Amager.
Frásøgumaður verður Heini Davidsen.
Á máløkinum fæst øl og vatn til keyps, umframt tvíflísar, kaffi, køkur og góðgæti. FO Invasion hevur eisini eina sølubúð, har millum annað troyggjur verða seldar.
Bussur 4A steðgar við Sluseholmen/Sjællandsbroen og hiðani er styttri enn 5 minuttir oman á økið.
Tá kappróðurin er av, eru øll - bæði rógvarir, áskoðarar og onnur - vælkomin inn í Føroyahúsið klokkan 19 til ein døgurðabita, føroyskan veitsluróma við felagssangi og dansi. Meira fæst at vita á www.knorrur.dk.










