Knørrur hevur almennan familjudag

Flaggdagin, sunnudagin 25. apríl, verður almennur familjudagur í Vágsbotni, tá ið Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri árliga flaggdagstiltaki sínum.

 

Á skránni eru eitt nú barnaróður á vágni, hundasýning, andlitsmáling, køkutombola og fiskibrunnur, og nýbakaðar vaflur og annað leskiligt verður eisini at fáa.

 

Tiltakið byrjar kl. 13.30 og varir út á dagin. Róðrarfelagið Knørrur, sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin.