Klumman: Ættin úr øllum ættum

Simona Weihe
-------

So havi eg roynt tað, verið á ættarstevnu. Sera spennandi og hugtakandi at síggja 350 fólk í øllum aldrum, frá fólkum mitt í nítiárunum og heilt niður til nakrar fáar viku gomul børn, øll runnin av somu rót.

Havi ofta hoyrt um ættarstevnur. Fólk hava greitt frá, hvussu fantastiska góðar hesar løtur hava verið. Sum við mongum, tú sjálv ikki hevur roynt, so havi eg lurtað eftir frásagnunum uttan at skilja tey djúparu løgini. Men nú eg sjálv havi upplivað eina slíka løtu, skilji eg tey so væl. Í 7-8 tímar fekst tú eina kenslu av at hoyra til og einum samanhaldi millum fólk, skapt av felags ílegum og blóði. Umframt at vera føroyingur eisini ein serstakur, stórur bólkur.

Nøkur av fólkunum kendi eg. Onnur mær púra fremmand. Tó kendi tú í andlitunum aftur eyguni, nøsina ella kanska pannuna. Gongulag og medferð fortaldu eisini um ættarbregði.

Eg eri so takksom fyri tey fólkini, sum hava minnið og evnini til at goyma søguna til okkum. Sum skriva niður og fortelja. Sum leita í gomlum skjølum og gera fortíðina livandi.

Hóast tíðarskeiðið frá 1838 til dagin í dag bert er ein stutt løta í tíðarinnar havi, so eru broytingarnar ófatiliga stórar og nógvar. So ótrúliga spennandi at hoyra frásagnir frá gomlum døgum, og tey eldru siga bæði skemtiliga og álvarsliga frá. Og tú mást undrast yvir, hvussu væl menniskjan hevur dugað og dugir at laga seg til broytingar og framburð.
Hvussu tann síðan verður í framtíðini er stóri spurningurin, tí í dag skriva nakrir av klóku heilunum í útlondum, at allar møguligar skipanir og eftirlit eru um at yvirhála okkum og eru uttan fyri hvat tey, ið hava ábyrgdina og stýra samfeløgunum, røkka og fata.

Ein tanki, sum eg ikki tími at hugsa til endan.

Eg havi fyrr skrivað um, at vit eiga fólk ímillum okkum, sum altíð eru so umhugsin, og ongin uppgáva tykist teimum ov stór. Sum nú hesar mongu ættarstevnurnar, sum føroyingar taka so væl undir við. Tey skipa fyri, bjóða fólki at seta seg til borðs og bara njóta dagin. Og eg havi eina turkatrúgv uppá, at hóast vit í framtíðini fara at hava allar hugsandi og óhugsandi háttir at samskifta, so vænti eg, at persónliga samveran altíð verða nakað serstakt. Tíbetur.