Randi Jacobsen
-------
Bæði føroyingar og útlendingar hava víst á tað dámliga í Føroyum við, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk trygt kunnu ganga úti uttan vanda fyri at verða álopin.
Eitt danskt blað skrivaði eina ferð, at sjálvt løgmaður einsamallur kundi fara til handils.
Tað er hjá okkum einki sjáldsamt í, at løgmaður og landsstýrisfólk fara í føðingardag, í býin á ólavsøku, til sjónleik, konsertir og onnur tiltøk. Summi fara á fjall, og summi í grind.
Landsstýrismaðurin og bóndin Bjørn Kunoy fer stundum til Havnar í hvítari skjúrtu koyrandi sín pickup, og landsstýrismaðurin og røktingarmaðurin Jacob Vestergaard hevur fleiri ferðir parkerað sín pickup í Klubbagarðinum, tá ið løgtingsfundur er. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er eisini dagliga at síggja á gøtuni og til at kalla hvørt tiltak í býnum.
Ikki er neyðugt við nøkrum lívverja.
Tað er ein sjarma við hesum landinum, at hetta ber til.
Her er ikki so stórur munur millum høg og lág.
Í danska sjónvarpinum sunnukvøldið kom ein útsøgn um, at ráðharrar einki vita um viðurskiftini hjá fólkinum. Eitt er, at tey ikki kenna trupulleikarnar hjá teimum lágløntu á sín egna kropp, men tey livað avbyrgt frá fólkinum.
Ráðharrarnir koyra ikki i toki ella bussi, teir koyra í ráðharrabilum. Henda skipanin er við til at halda politikarar frá fólkinum.
Hinvegin loyvir ein framstundandi danskur politikari sær at fara í býin, verður viðkomandi hongdur út við ófantaligum myndum sum prógvi.
Nú ætlar landsstýrið sær at herma eftir teimum størri londunum. Løgmaður og landsstýrisfólkini skulu hava hvør sín ráðharrabil, óivað við førara.
Hvat skal hetta til? Eg meini, at Havnin ella allar Føroyar eru í stødd bara sum ein bygd í Danmark.
Latum okkum heldur varðveita skipanina við, at politikarar ikki eru annað enn vanlig fólk. Vit mugu ikki fáa somu gjógv, sum onnur lond hava.
Tað eigur framvegis at verða so, at politikararnir ganga úti millum fólk og kunnu møta sínum veljarum og fáa spurningar.
Eingin leypir á í hesum friðarliga landi.









