Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Enn einaferð veldur uppskotið hjá løgtingsformanninum um Føroyar sum eitt valdømi høvuðbrýggj.
Og hvat ger man so, um man ikki fær sín vilja? Jú, man brúkar makt. Man tekur hvørkratak um alla ta politisku skipanina og sigur, at um tit ikki gera sum vit vilja, so knúsa vit alt sundur – vit leggja uppskot fram um nýval!
Og nýval kann tað jú saktans blíva, tá andstøðan í samgonguni og tann ordiliga andstøðan kasta saman – bæði fyri at vinna politiskum mótstøðufólkum neisir – og fyri at forða uppskotinum at blíva samtykt. Fyri at vera eitt sindur órein, so kunnu vit kanska eisini siga – at hetta hjá summum eisini er fyri at nøra um egnan búk. Man ikki onkur tingmaður vera bangin fyri ikki at verða afturvaldur, tá upplandið verður so stórt sum allar Føroyar?
Nógv í útjaðaranum eru bangin fyri, at ov nógv havnarfólk verða vald á ting, um landið verður eitt valdømi. Hetta man kortini fara at vísa seg at vera ivasamt. Kaga vit gjøngum listan við valúrslitinum frá seinasta vali, so sæst, at fleiri bygdatingfólk liggja framman fyri tingfólk í Havn í atkvøðutali. Hvør kann heysta meira kring landið er sjálvandi ilt at meta um, men felagas óttin fyri ov nógvum havnarpolitikarum man fara at gagna útjaðaravalevnunum.
Men vit sleppa kanska undan øllum hesum – hesaferð, um minnilutin fær meiriluta. Men tað kann fara at svíða.
Hetta ber alt boð um, at demokratiið er strævið – serliga viðhøvrt...










