Leygarkvøldið verður eitt sokallað 70´ara kvøld í Havnar Klubba. Tað er tónleikabólkurin Deiggj sum fer spæla góðan progressivan rocktónleik frá hálvfjerdsunum. Limirnir í Deiggj hava altíð havt ein serligan tokka til tann klassiska rockin sum serstakliga gjørdi seg galdandi í 70’unum. Eitt nú varð lurtað eftir Deep Purple, Uriah Heep, Fleedwood Mac, Gasolin, Jetro Tull og øðrum bólkum sum myndaðu tann meira progressiva tónleikin í hálvfjersunum. Eisini verður okkurt lag hjá føroysku Kræklingum, Dire Straits, Rolling Stones Creedens og John Lennon spælt leygarkvøldið. Deiggjarnir hava seinastu árini lagt seg eftir, at spæla tónleikin frá hesum tíðarskeiðnum. Í Havnar Klubba talan um blandað programm við vælsvingandi rútmum, bæði rockur og róligar balladur. Manningin í Deiggj er Dennis Lave, ið syngur flestu løgini, Páll Lave á gittari og kór, Pætur Dam á hammond og klaver, Fróði Vestergaard guitar og sang, Sverri Heinesen á bassi og nýggjasti limurin í Deiggj er Rani H. Christiansen sum spælur trummur.