Klubbin fyri øll

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar Klubba

Frá mánaðarskiftinum mars /apríl fer Klaksvíkar Klubbi undir eina langa røð av tilboðum og tiltøkum. Til hesi tiltøk nýtist ikki at verða limur fyri at koma á gátt.
Klaksvíkar Klubbi er fyri stuttari tí síðan høvuðsumvældur og eru hølini sera snotulig og nýtímans.
Møguleiki verður at hoyra livandi tónleik hvørt hóskvøld og leygarkvøld. Hesi tiltøk verða lýst seinni. Eisini er møguleiki at spæla pool, dart, kort, backgammon og onnur spøl.
Hvønn leygardag og sunnudag verða dystir vístir á stórskíggja. Eisini vísa vit Campions og Royal League tá teir dystirnir eru.
Lagt verður fyri nú hóskvøldið har Sonnhard og Njal spæla livandi countrytónleik. Opið er frá kl 19:00
Hvønn fríggjadag kl 17:00 er fimmari. Sum nakað spildurnýtt verður høvi at fáa ókeypis ábit hjá teimum sum leita sær á gátt.
Eftir hetta, kl. 19:00 verður sjavskapping á skránni. Tilmelding í barrini.
Leygardagin kl. 15:00 vísa vit Manchester Utd - Blackburn á stórskíggja og seinni um kvøldið, uml. kl. 20:00, verður Prix Føroyar hálvfinalan víst á stórskíggja, við góðari mynd og ljóðgóðsku. Seinni um kvøldið verður DJ AMJ við tónleikið frá 70 og 80 árunum
Ætlanin er eisini at skipa fyri øðrum undirhaldið enn tónleiki. Hetta verður lýst næri seinni.
At tørvur er á einum húsi sum Klubbin, er helst einki at ivast í. Við góðum treysti og góðum framtíðar visiónum, fara við at bjóða, norðoyingum og øllum sum heild, vælkomnar til undirhald og annað á einum góðum støðið.
Gott summar