Klubb 188 í Hoyvík sendir í kvøld beinleiðis frá DJ-Show á internetinum í kvøld við DJ showi til ung frá 7. flokki og upp til 18 ár. Tiltakið er sjálvandi rúsfrítt og ókeypis.
Vit fara sum eina nýggja roynd at streyma beinleiðis gjøgnum internetið partar av tiltakinum, sigur Levi Mørk, leiðari.
Tit kunnu streyma tiltakið gjøgnum heimasíðuna hjá Klubb 188.
Hann leggur afturat, at tey ungu eru nú kunnað gjøgnum Facebook og á heimasíðuni um, at tey streyma við ljóði, við livandi myndum frá tiltakinum í kvøld.