Útferð
Leygardagin skipar Klub Sosialurin fyri útferð til skotska høvuðsstaðin, Edinburg.
Við í ferðalagnum verða haldarar hjá Sosialinum kring landið og starvsfólk á Sosialinum.
Á marknaðardeildini hjá Sosialinum siga tey, at flogfarið hjá Atlantsflogi er fultsett, og tí sleppa ikki øll við, sum kundu hugsað sær hendan túrin saman við Klub Sosialinum.
Ferðaætlan
Farið verður við bussi hjá Bussferðum av Farstøðini í Havn leygarmorgunin klokkan 07, og fráferðin úr Vágunum við flogfarinum hjá Atlantsflogi verður klokkan 09.15.
Ferðalagið lendir í Edinburg klokkan 10.45.
Fráferðin úr Edinburg býi við bussi út á flogvøllin verður klokkan 16.30, og klokkan 20.00 verður ferðalagið aftur í Vágunum.
Ferðaseðlarnir verða heintaðir á skrivstovuni hjá Atlantic Airways í Vágum.










