Klovnurin vildi ikki verða djóralækni

Bygdadrongur við dreymum um at gerast djóralækni endaði sum ein hin fremsti skemtarin í Danmark nakrantíð. Samrøða við Frank Hvam í blaðnum í dag Frank Hvam er høvundur og høvuðspersónurin í donsku komediusendirøðini ?Klovn?. Sendirøðin er sera væl umtókt í Danmark, Íslandi og Føroyum.

Frank Hvam vaks upp í bygdarlívinum í Ørum Sønderlyng í Jyllandi, har foreldrini høvdu bóndagarð. Umhvørvið gav lítla kúllinum áhuga fyri dýrum, og stóru áhugamálini sum yngri vóru at sópa, fletta og koyra traktor.

 

Hvussu kann ein djóralækni enda sum ein av fremstu skemtarunum í Danmark?

- Eg havi altíð verið ótrúliga góður við djór, men í longdini kundi tað verðið ov einsligt. Tað er ikki akkurát eg at búgva í eini kjallaraíbúð við einu kettu, sum eitur Sofus. Ikki tí, fleiri stórtrívast soleiðis, og tað er einki galið við tí, men soleiðis eri eg ikki. Mær dámar væl nýggjar avbjóðingar, og tað er teimum, eg leiti eftir allatíðina. Og so elski eg at fáa fólk at flenna, sigur Frank Hvam.

 

Lesið samrøðuna við Frank Hvam í Sosialinum í dag.