Klovnur dømdur fyri barnaporno

Nú uppundir vikuskiftið avgjørdu tey í eini keypsmiðstøð í Bergen at avlýsa eitt barnatiltak, tí komið er fram, at klovnurin áður er dømdur fyri barnaporno Eitt barnatiltak, sum skuldi verða í eini keypsmiðstøð í Bergen í vikuskiftinum, er avlýst í síðstu løtu, tí tað vísir seg, at maðurin, sum skuldi undirhalda og spæla klovnur, áður er dømdur fyri at liggja inni við barnaporno.

- Vit halda ikki, at maðurin skal sleppa at arbeiða við børnum. Tað er ikki hugsandi, at hann hevði gjørt nakað sum helst ósømiligt undir einum slíkum tiltaki, men vit vilja ikki taka henda váða.

Tað sigur maðurin, sum stendur fyri leiðsluni í keypsmiðstøðini, Robert Ingvaldsen, við norsk bløð.

Hann vísir á, at klovnurin fleiri ferðir áður hevur undirhildið í keypsmiðstøðini, og hann hevur eisini staðið fyri barnatiltøkum aðrastaðni í býnum.

- Hetta er ein persónur, sum vit hava brúkt í fleiri tiltøkum hjá okkum. Vit halda, at hann átti at havt sagt okkum søguna um sína fortíð. Nú er álitið burtur, og vit eru ógvuliga vónbrotin, sigur Robert Ingvaldsen.

Sambært norskum bløðum er maðurin dømdur fyri at hava ligið inni við pornografiskum myndum av børnum í tíðini 2001 til 2004.