Klovn: Føroysk kvinna ger Frank bleytan í knøunum

Vígdis Hentze Bjørck er við í nýggjasta partinum av donsku skemtirøðini

– Hurra fyri ríkisfelagsskapinum! Eg havi simpulthen møtt einari føroyskari gentu.

 

Soleiðis sigur ein glaður og vælnøgdur Frank Hvam við vinmannin Casper Christensen í nýggjasta partinum av donsku skemtirøðini Klovn, sum kom út í gjár.

 

Á veg til arbeiðis um morgunin hittir Frank eina unga kvinnu á súkklubreytini. Tey byrja at práta og finna útav, at tey bæði hava Raleigh-súkklu. Aftaná eina løtu spyr Frank: 

 

– Tú hevur eitt so stuttligt tónalag. Hvaðani ert tú?

 

– Eg eri úr Føroyum, sigur hon. 

 

Frank verður heilt bleytur í knøunum og vil øgiliga fegin sleppa at hitta føroysku kvinnuna, sum eitur Ragnhild, aftur. Tey avtala at hittast á súkklubreytini aftur á veg heim frá arbeiði, og tá endar tað við, at tey fara at súkkla um kapp. 

 

Tað er føroyska sjónleikarinnan Vígdis Hentze Bjørck, sum hevur leiklutin sum kvinnan úr Føroyum.  

 

##med2##