Klovn filmurin til Føroya

Føroyingar fáa í annaðkvøld møguleikan at síggja sera nógv umrødda filmin Klovn. Filmurin varð frumsýndur í Danmark miðskeiðis í desember og nú, tríggjar vikur seinni fáa føroyingar eisini høvi at síggja hann.

 

Fleiri føroyingar vóru annars farnir at ilskast um, at filmurin ikki fór at verða vístur. Fleiri aðrir nógv umrøddir filmar, eitt nú Antichrist og The Da Vinci Code, hava ikki funnið vegin til Havnar Bio og soleiðis hildu mong, at Klovn heldur ikki fór at koma henda vegin.

 

Men so skuldi ikki vera og føroyingar fáa nú høvi at síggja nógv umrødda og rósta filmin, sum tekur útgangsstøði sjónvarpsrøðini Klovn, har Casper Christisen og Frank Hvam fløkjast út í fleiri pínlig og óheppin ævintýr.

Hóast Klovn: The Movie ikki varð frumsýndur fyrr enn 16. desember, gjørdist hann kortini mest sæddi danski filmurin í fjør. Av tí sama siga fólkini handan filmin longu nú, at tey ikki kunnu vísa aftur, at tey fara at framleiða ein uppfylgjara í framtíðini.

 

Klovn: The Movie verður vístur í Havnar Bio í morgin.