Fyrispurningur
Henrik Old, løgtingsmaður, fer at spyrja Jørgen Niclasen, landsstýrismann við fiskivinnumálum, hvussu tað ber til, at ein enskur trolari kann fiska fleiri dagar undir Føroyum, uttan at føroyskir myndugleikar gera vart við, at hann als einki fiskiloyvi hevur.
Tað var í seinastu viku, at enski trolarin Farnella varð tikin fyri at fiska uttan loyvi undir Føroyum. Men tá hevði hann verið her í fýra dagar, uttan at Vaktar- og Bjargingartænastan hevði gjørt hann varugan við, at hann ikki hevði loyvi at royna undir Føroyum.
?Tað er ótrúliga klossut, at so skal vera, sigur Henrik Old, sum vil hava at vita frá Jørgeni Niclasen, hvar feilurin liggur. Um tað er hjá reiðarínum í Bretlandi, ES fyrisitingini ella hjá okkara egnu fyrisiting, í hesum førinum Vaktar- og Bjargingartænastuni.
Henrik Old vísir á, at tað at skiparinhevur boðað frá í góðari tíð, at hann kom inn á føroyskt øki, bendir á, at hann helt alt vera í lagi.
?Eingin fer at ringja til Førya Banka í arbeiðstíð at siga frá, at hann ætlar at bróta inn i bankan um náttina, vísir Henrik Old á sum eina samanbering.
Hann sigur, at tað skal eingin ivi ver um, at í somu løtu, sum fráboðanin kom, átti Fiskiveiðieftirlitið at sagt skiparanum frá, hvussu vorðið var. So var sloppið undan, at menninir mistu inntøku, og at vit standa við einum slíkum brølara, sum ikki eigur at koma fyri.
Hann heldur tað vera beinleiðis at halda fiskimenninar fyri spott at lata teir fiska í fýra dagar fyri síðan at senda Brimil eftir teimum og taka teir til Havnar, har teir aftur mistu nógvar dagar, meðan málið var fyri í rættinum.
Henrik Old, sum sjálvur er fiskimaður, sigur, at hann hevur sent nógvar slíkar fráboðanir, sum bretski skiparin sendi. Og tað er beinanveg, at svar er komið aftur, antin so ella so. Teir, tú sendir fráboðan til, vita, áðrenn tú kemur, um tú hevur loyvi at fiska ella iki, og tað eiga føroyingar eisini at vita.
Tað tænir ikki føroyingum at bera seg soleiðis at sigur Henrik Old, sum nú vil hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann við fiskivinnumálum, at staðfesta, hvar feilurin liggur.