Týski álopsspælarin Miroslav Klose heldur, at hann verður undirmettur sum fótbóltsspælari, hóast hann hevur skorað 50 mál í 72 dystum fyri Werder Bremen.
- Eg kann bara siga, at eg hevði klárað at spæla í einum hvørjum felag í heiminum. Tað haldi eg, at eg vísti undir HM, sigur Klose við blaðið Bild.
Klose, sum er føddur í Pólandi, sigur, at tað eru bara fimm feløg, sum eru upp á tal, um hann fer úr Werder Bremen næsta ár.










