Klopp: -Vit kunnu ikki nýta ovur nógvar pengar í summar

Liverpool hevur bert keypt ein 17 ára gamlan miðverja í flytingarvindeyganum.

52 ára gamli Liverpool venjarin Jurgen Klopp, hevði í gjár samrøðu við Liverpool Echo, har hann tosaði nógv um framgangsháttin hjá Liverpool í flytingarvindeyganum. Liverpool hevur júst vunnið Champions League, og var bert tvey stig frá at vinna Premier League.

Meðan liðini Liverpool kappast við styrka seg, seta nógv spurnartekin, við lítla virksemið hjá Champions League meistaranum í flytingarvindeyganum. Klopp sigur soleiðis um støðuna:

-Tað er ikki lætt. Eg segði í fjør at tað ikki er lætt at gera liðið betur tá man ikki ynskir at brúka ovur nógvar pengar. Vit kunnu ikki gera sum nøkur onnur lið, og bara keypa fyri at keypa. Vit hava nógvar pengar, men vit kunnu ikki brúka ovur nógvar pengar hvørt ár, soleiðis er tað bara.

Liverpool hevur seinasta árið brúkt nógvar pengar, eitt nú keypti Liverpool dýrasta verjuleikaran nakrantíð Virgil Van Dijk fyri 628 milliónir krónir. Umframt hann hevur Liverpool eisini keypt aðrar leikarar, sum eitt nú Alisson Becker, ið kostaði heili 544 milliónir kónir.

-Vit noyðast ikki at keypa fyri at keypa, eg eri væl nøgdir við tað eg havi at arbeiða við. Eg havi als onki ímóti at finna loysnir í mínum hópi, heldur enn í flytingarvindeyganum.