Klopp: Tí keypa vit ikki Jude Bellingham

Premier League: Jude Bellingham er millum mest spennandi nøvnini í Onglandi

Mynd: (Scanpix) Jude Bellingham (t.v) í dysti fyri enska landsliðið móti Ungarn

Jude Bellingham er millum mest spennandi nøvnini í Onglandi í løtuni. Hann spælir við týska Borussia Dortmund, og hevur sum 19 ára gamal longu spælt 15 A-landsdystir. Hann er í seinastuni settur í samband við Liverpool.

 

- Tað er ein trupulleiki við hasum spælaranum, hann er ikki til sølu. Tað er einasti trupulleikin við honum, sigur Jurgen Klopp, sum er á venjingarlegu í Teilandi við Liverpool, ið skal spæla móti Manchester United.

 

Borussia Dortmund hevur útmerkað seg sum eitt felagið, ið klárar at menna evnaríkar spælarar til avbera góðar spælarar. Eitt nú Erling B. Haaland, sum júst er seldur til Manchester City. Undan honum fór eitt nú Jadon Sancho til Manchester United.

 

Tað er eisini ein av høvðusorsøkunum, at Borussia Dortmund ikki er sinnað at selja 19 ára gamla Jude Bellingham í summar. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, undrast á allar spurningarnar um miðvøllin hjá Liverpool.

 

- Skulu vit keypa nakran til miðvøllin? Eg havi hoyrt um kjakið, men vit kunnu hyggja at miðvøllinum. Fabinho, Henderson, Thiago, Milner, Keita, Curtis Jones, Harvey Elliott, Fabio Carvalho, Oxlade-Chamberlain. Fortel mær hvat manglar á hasum miðvøllinum, segði ein spyrjandi Jurgen Klopp á tíðindafundinum í Teilandi.

Liverpool hevur í summar keypt Darwin Nunez, Fabio Carvalho og Calvin Ramsey, meðan frágongdin telur Sadio Mané, Divock Origi, Takumi Minamino og í dag eisini Neco Williams, sum er seldur til Nottingham Forest.

 

Mynd: (Scanpix) Jude Bellingham (t.v) í dysti fyri enska landsliðið móti Ungarn