Klopp favorittur at rúka næst

Liverpool-venjarin situr ikki longur serliga tryggur í sessinum.

Eftir einans tveir sigrar í átta Premier League-dystum í 2021 er Liverpool rokið úr meistarastríðnum, og hetta kann fáa avleiðingar fyri tann annars væl lýdda venjaran, Jürgen Klopp.

3-1-tapið fyri Leicester í gjár var tað triðja tapið á rað hjá Liverpool, og nú situr týski venjari teirra als ikki so tryggur í venjarasessinum longur.

Veddingafyritøkur meta, at Jürgen Klopp nú er greiður favorittur til at vera tann Premier League-venjarin, sum rýkur næst.


Hvør venjari rýkur næst - odds:

Jürgen Klopp 2,00

Roy Hodgson 5,00

José Mourinho 6,00

Steve Bruce 10,00

Sam Allardyce 13,00

Nuno Espirito Santo 14,00

Scott Parker 15,00

Ralph Hasenhuttl 21,00

Mikel Arteta 26,00

Chris Wilder 34,00

David Moyes 51,00

Graham Potter 51,00

Marcelo Bielsa 67,00

Ole Gunnar Solskjær 67,00

Dean Smith 67,00

Pep Guardiola 67,00

Sean Dyche 67,00

Carlo Ancelotti 76,00

Brendan Rodgers 91,00

Thomas Tuchel 91,00