Klopp eisini fingið korona

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, verður ikki til stórdystin í morgin móti Chelsea

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur fingið staðfest korona. Hann hevur verið mælskur í koronatíðini, og nú liggur hann sjálvur við koronu.

 

Liverpool skal í morgin spæla móti Chelsea í dystinum um 2. plássið, men tað verður uttan fleiri av høvðusaktørunum hjá báðum feløgunum. Chelsea hevur nógvar spælarar skaddar, umframt nøkur koronutilfeldir.

 

Nú er støðan tann sama í Liverpool. Jurgen Klopp segði í gjár, at Liverpool hevur tríggjar spælarar, sum hava fingið koronu. Í dag er so eisini staðfest, at Jurgen Klopp sjálvur hevur fingið koronu.

 

Týski venjarin hevur verið ein fortalari fyri at vaksineraða seg, og annars taka koronufarsóttina í álvara.