Klokkurnar ringja fyri drotningini


 

Føroya Stiftstjórn hevur heitt á allar prestar í landinum at ringja við kirkjuklokkunum, tá Ingrid drotning fer til gravar í dag.

Í Suðurstreym verður ringt í tveimum frá kl 12:30-13:00 og frá kl. 14:00-14:30 í øllum kirkjunum.

Eisini fer danska sjóverjuskipið Vædderen at skjóta salut fyri drotningini. Hann fer at skjóta tríggar ferðir 27 skot ella tilsamans 81 skot fyri drotningini og byrjað verður klokkan 14:00.