Klokkuklár mál fyri svimjingina

Málini eru nógv hjá nývalda svimjiformanninum. Men tey eru øll rættiliga ítøkilig, og sjálvur sigur Jon Hestoy, at hesi skulu røkkast innan næstu 18 mánaðirnar

Svimjing

 

Vaktarskifti var í Svimjisambandinum leygardagin. Formaðurin seinastu fýra árini, Palli Ziskason, takkaði fyri seg, og í hansara stað varð valdur Jon Hestoy.

Jon er ikki hvør sum helst innan føroyska svimjing. Sum svimjari prógvaði hann, at tað ber til at røkka høgum málum, og eisini hevur hann átt síni nógvu ár sum formaður fyri Svimjisambandið, har hann í tveimum árum longu hevur virkað sum formaður.

 

Fýra súlur

Tí er tað sjálvandi ein maður við sínum hugskotum, sum nú hevur sett seg í formanssessin.

- Eg havi sjálvandi alla tíðina havt mínar tankar um, hvussu vit kunnu menna føroyska svimjing. Og í tí, sum eg havi lagt fram á aðalfundinum, havi eg valt at fokusera á nøkur ítøkilig mál ,sum eg havi býtt upp í fýra súlur: Umsitingarliga arbeiðið, útbúgvingarpartin, ungdómsarbeiði/breidd og so elitu-partin, sigur Jon Hestoy.

- Út frá hesum eru so sett ein rúgva av parts-málum, sum vit eiga at fremja í verki. Tað kann tykjast, sum eru hesi partsmál ógvuliga rúgvusmikil, og í framløgu mínari fyltu tey hálvaaðru A4-síðu. Men samstundis er talan um mál, sum vit kunnu røkka, um vit megna at skipa umsitingarliga partin nóg væl. Og ikki minst ber til at røkka hesum, uttan at vit skulu broyta alt samfelagið kring okkum.

- Nú verður hetta formansskeiðið bara 18 mánaðir, tí roknskaparárið verður broytt, men sjálvur haldi eg, at skal eg kunna kalla hesar 18 mánaðirnar fyri eina succés, so eiga øll málini, sum sett eru, at vera rokkin. Ella í øllum førum vera komin væl áleiðis, sigur Jon Hestoy.

Enn er eingin tíðarfesting gjørd á ymsu málunum, og Jon sigur, at tað er tilvitað, at hetta ikki er gjørt.

- Tá eg setti meg við mínum uppleggi, ætlaði eg upprunaliga at gera tíðarfestingar á ymsu punktini. Hinvegin kom eg til ta niðurstøðu, at øll eiga at kunna røkkast heilt skjótt. Tí ræður kanska meira um at skipa nevndararbeiðið eftir hesum málum, og mín ætlan er so, at vit á fyrsta nevndarfundinum seta upp eina gerðalista yvir ymsu punktini, og at vit síðani arbeiða miðvíst fyri at fremja hesi í verki, sigur nýggi formaðurin.