Klokkan skal flytast í nátt

Nú byrjar vetrartíðin, og vit vinna ein tíma í nátt

Nú skal klokkan aftur flytast, sum vant seinastu sunnunátt í oktober. Tá klokkan er 02:00 í nátt verður hon flutt aftur til klokkan 01:00.

 

 

Summartíð hevur verið í yvir 100 ár, men hesi seinastu árini hava øll ES londini havt felags summartíð.

 

 

Summi ivast í, hvønn veg, klokkan skal flytast um várið og hvønn veg hon skal flytast um heystið. Reglan er, at hon skal altíð flytast ímóti summarinum. Tað merkir, at hon nú skal flytast ein tíma aftur ímóti summarinum, og í vár skal hon síðani flytast ein tíma fram ímóti summarinum.