Klokkan 9 leggur Aksel V. Johannesen formliga frá sær

Nú klokkan 9 í morgun fer Aksel V. Johannesen á fund við Bjørt Samuelsen, virkandi løgtingsforkvinnu, har hann boðar frá, at hann gevst

Á fundinum við Bjørt Samuelsen nú klokkan 9 fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, formliga at boða løgtingsforkvinnuni frá, at hann ikki fær skipað nýtt landsstýrið, og at hann tí leggur frá sær sum løgmaður.

Síðani verður formansumfar hjá løgtingsforkvinnuni, har forfólkini í teimum sjey flokkunum fara at siga løgtingsforkvinnuni, hvør tey halda skal standa fyri samgongusamráðingunum.

Hóast formansumfarið ikki hevur verið enn, so tora vit at siga við næstan 100 prosent vissu, at tað verður formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, sum fær samráðingarrættin. 

Aksel Johannesen hevur sagt, at hann fer at peika á Beinir Johannesen. Hugsandi er, at øll forfólkini fara at peika á hann.

Næsta stigið hjá løgtingsforkvinnuni, sum framvegis er Bjørt Samuelsen, er at boðsenda floksforfólkunum, og síðani verður samráðingarleiðarin útpeikaður, og so byrja samráðingarnar um nýtt landsstýri.