Fótbóltssambandið hevur nú boðað frá, at á seinasta leikdegi í Formula-deildini og í aðru deild, skulu allir dystir avgreiðast í senn. Hetta soleiðis at tað ikki er gjørligt hjá nøkrum liði at fáa fyrimun av, at onnur úrslit eru kend, áðrenn farið verður undir ymsu uppgerðirnar.
Tí verður leygardagurin skipaður á tann hátt, at allir dystirnir í aðru deild skulu spælast klokkan 13.00. Seinasta umfarið í Formula-deildini verður spælt klokkan 15.00 kring alt landið.