Klokkan 13.00 og 15.30

Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, nær spælast skal seinastu umførini. Reglurnar áseta nevnliga, at liðini tá skulu spæla samstundis. Leygardagin verður hetta so gjørt á tann hátt, at allir dystirnir í 1. deild byrja klokkan 13, og í Formula-deildini verður so bríkslað ígongd klokkan 15.30.