Fyri kortum tók Tórshavnar Kommuna stig til at gera eina nýggja kloakkleið í Kúrdali í Hoyvík, tí núverandi kloakkin eftirlíkar ikki heilsukrøvini.
Nýggja kloakkleiðin hjá Tórshavnar Kommunu fer at renna gjøgnum ein tunnil, sum júst er boraður. Tunnilin er 100 metrar langur og 1060 millimetrar í vídd. Tunnilsmunnin er átta metrar undir vatnskorpuni.
Nýggja kloakkleiðin verður liðug um tveir mánaðir og er ætlað allari útbyggingini í Hoyvíkshaganum. Í alt kostar nýggja kloakkleiðin 2,5 milliónir krónur.










