Kloakkarbeiði darvar ferðsluni á Skálatrø

Tórshavnar Kommuna er í ferð við at gera Vestaru vág reina og fría fyri kloakkvatn

Arbeiðið við kloakkskipanini, ið millum annað hevur til endamáls at gera Vestaru vág reina og fría fyri kloakkvatn, er nú komið til økið frá Skálatrøð yvir í Vágsbotn.

Har verður nú løgd ein pumpustøð, beint niðan fyri Smiðjuna í Lítluvík, vestan fyri Bøgøtu, og síðani verður kloakk løgd haðani og yvir í Vágsbotn, har bundið verður í verandi skipan.

Arbeiðið, sum ætlandi verður liðugt seinnapartin av mars mánaði, kemur til tíðir at darva ferðsluni nakað. Serliga, meðan pumpustøðin verður løgd, fer tað at ávirka, tí nøkur parkeringspláss á Skálatrøð verða tikin, meðan arbeitt verður.

Kelda: www.torshavn.fo