Klo-dolski skjýtur Týskland víðari

Álopsparið Klose-Podolski er í toppformi, og í gjár skutu teir Týskland víðari í HM sum bólkavinnari. Týski landsliðsvenjarin heldur, at álopsspælararnir hjá sær eru sera væl fyri

HM-bólkur A

Týskland hevur rættiliga fingið luft undir veingirnar í HM-endaspælinum á heimavølli. Týskland hevur spælt tríggjar dystir, og liðið hevur vunnið allar dystirnar.
Seinasti dysturin í bólkaspælinum var ímóti Ecuador í gjár, og Týskland vann sannførandi 3-0. Miroslav Klose legði beinanvegin Týskland fram um, beint fyri hálvleik økti hann til 2-0, og so gjørdi álopsfelaginum Lukas Podolski triðja málið í dystinum.
- Okkara álopsspælarar eru væl fyri. Teir hava eina góða rútmu, og tað verða teir løntir fyri. Tað verður tó truplari og truplari at skora mál í kappingini, og tí skulu teir verða enn sterkari restina av kappingini, sigur Jurgen Klinsmann, týskur landsliðsvenjari.
- Vit eru sera væl nøgdir við kappingina higartil. Vit hava vunnið okkara bólk suverent, men tað er nú, at kappingini av álvara byrjar. Nú mást tú vinna hvørja ferð ella ert tú úti av kappingini, sigur Klinsmann.