Eftir at handlarnir í SMS stongdu kl. 19.00 fríggjakvøldið var móttøka í mótahandlinum klivanum, har nógv av teimum sum starvast í teimum ymisku handlunum í SMS og fleiri onnur - vinir og kenningar ? stukku inn á gólvið og heilsaðu upp á nýggju eigararnar.
Eisini fyrrverandi eigarin, Katrin í Gongini, sum stovnaði handilin fyri 17 árum síðum heilsaði upp á síni fyrrverandi viðskiftafólk og starvsfelagar.
Umleið hundrað fólk stukku inn á gólvið til móttøkuna.
Heibrith hevur arbeitt í Klivanum síðan 1993, meðan Vagna arbeiddi har frá 2002 til 2004. Báðar siga tær, at hetta er ein dreymur hjá teimum báðum og ein spennandi avbjóðing.