Tað eydnaðist ikki Ruslan Chagaev at gera stórvegis við Wladimir Klitschko, tá HM-dystur í tungvekt varð boksaður í Týsklandi leygardagin. Framman fyri 60.000 áskoðarum útboksaði Klitschko í 9 umfør Chagaev, soleiðis at hesin at enda mátti geva skarvin yvir. Chagaev hevði annars ikki tapt móti nøkrum boksara, men hesa ferð møtti hann sínum yvirmanni. Nú verður roknað við, at enski David Haye verður næsti avbjóðarin hjá Klitscko.