Klitschko vann stórdystin

Ukrainarin Wladimir Klitschko vann í gjárkvøldið nevadystin í tungvekt ímóti bretanum David Haye. Dysturin var á fótbóltsvøllinum hjá Hamburger SV, og 45.000 áskoðarar høvdu keypt sær atgongumerki til dystin.

 

Undan dystinum var tann 35 ára gamli Wladimir Klitschko heimsmeistari hjá feløgunum WBO, IBF og IBO, og við sigrinum í gjárkvøldið fekk hann eisini heimsmeistaraheitið í WBA, sum tann 30 ára gamli David Haye hevði frammanundan.

 

Dysturin vardi øll tólv umførini, men teir tríggir dómararnir vóru ikki í iva um vinnaran. Klitschko vann við stigunum 117-109, 118-108 og 116-110.