Stóri atkvøðuslúkurin til kommunvalið í Kvívík, er ikki kend fyri at bakka fyri nøkrum, og í Sosialinum tann. 26. novembur, greiddi hon, saman við einum øðrum valevni, Tórarinn Didriksen, frá, at alt ikki fór fram, sum tað átti, tann dagin listarnir til kommunuvalið skuldu latast inn. Og er tað rætt, at listin, Kvíkslistin, sum listi a, eisini var nevndur, er kliptur og klistraður, so er okkurt, ið ikki er fari rætt fram. Tað er valnevndin, ið skal góðkenna listarnar, men sambært Hilmari Høgenni, í innlendismálaráðnum, fær tað ongar avleiðingar fyri valnevndina, um tey hava góðkent ein vallista, sum í veruleikanum ikki skuldi góðkennast.
Dagurin var 21. oktobur. Ógreitt er, hvussu dagurin fór fram, tí Heini Holm, ið er fyrrverandi borgarstjóri og stillari til valið, greiðir frá einari søgu, meðan Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen greiða frá einari aðrari, ið als ikki líkist.
Vildu forða okkum
Sambært Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen, var ein av vallistunum tikin úr húsunum hjá Soffi Egholm, meðan hon var til staðar, men ikki legði tað til merkis. Eisini greiða tey frá, at fleiri fólk ikki hava vitað, hvat tað var fyri listi tey skrivaðu undir uppá. Tíðarfestingarnar á degnum eru eisini rímiliga fløkjasligar, men heilt víst, er, at tað ikki var ætlanin hjá Heina Holm, at Tórarin Didriksen, skuldi standa á listanum, ið Heini Holm, sigur seg standa fyri. Úrslitið av hesum gjørdist, at tey, sum at enda mannaðu listan, har Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen vóru á, fingu veruligan skund, tí tey ikki vóru greið yvir, at tað vóru tveir listar.
Her fara frágreiðingarnar hjá Heina Holm og Soffi Egholm aftur burturfrá hvørjari aðrari, tí sambært Soffi Egholm, var tað av tilvild, at hon fann útav, at tey ikki vóru á nøkrum lista, meðan tað sambært Heina Holm, var hann sjálvur, ið ringdi til Soffi Egholm, og greiddi frá, at hann ikki vildi hava Tórarinn Didriksen á listanum, og so mátti hon sjálv um, hvat hon gjørdi. Tórarinn Didriksen skuldi so ikki vera á listanum.
Sambært tí, Magnus Svarthamar, ið var á listanum saman við Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen, greiddi frá í Sosialinum 26. novembur, var tað ikki soleiðis, at tey øll vóru noydd av listanum, men at tey skiftu lista, tí tey ikki kundu ganga við til, at Tórarinn Didriksen var grýttur av listanum.
Helt tað var ein listi
Tann 26. Novembur, greiddi Óli Hans Olsen frá, at hann hevði fingið at vita, at tað bert var ein listi, at Tórarinn Didriksen ikki stillaði upp, og at tann listin, sum hann skrivaði undir uppá, at hann vildi vera við á, var einasti listin, sum var. Hann greiddi eisini frá, at einasta orsøkin til, at hann játtaði at vera á listanum, var, at hann helt, at ongin av Válinum stillaði upp.
- Eg fekk at vita, at tað bara var ein listi. Eg haldi eg var seinastur at koma upp á listan, og eg fekk at vita, at Soffi Egholm var á listanum. Hinvegin kannaði eg ikki listan, tá eg fekk hann í hondina, so tað kann gott vera, at eg ikki havi kannað støðuna nóg væl, tá eg skrivaði undir, segði Óli Hans Olsen, tann. 26. novembur.
Onki var galið
Sambært Anni Isaksen, ið eisini var stillað upp til kommunuvalið, men á listanum, sum Heini Holm var við til at gera, er onki skeivt fari fram til kommunuvalið. Sum skilst hevði hon meira við vallistan at gera enn flestu av valevnunum.
- Um fólk ikki vóru klár yvir, at tað vóru tveir listar, so pella tey, sigur Anni Isaksen. Hon metir eisini, at hon skal lata Soffi Egholm siga sína søgu, tí fólk eru helst greið yvir, hvat er satt og ikki í málinum. Meira vildi Anni Isaksen ikki siga, og vísti til Heina Holm, fyrrverandi borgarstjóra, sum eisini var stillari á tí listanum, sum Soffi Egholm ikki var á at enda. Heini Holm var hvørki at finna uppi ella niðri tann. 26. novembur, men nakrar dagar seinni vildi Heini Holm greiða frá sínum sjónarhorni.
Stillararnir eiga listan
Heini Holm avsannaði øllum ákærum, tá hann mánadagin 1. desembur vildi greiða frá sínari søgu.
- Tað eru stillararnir, ið eiga listan. Tað eina valevni kundi eg ikki góðtaka, og tí vildi eg ikki vera við til endans, og vit blivu samd um at hava tveir listar, á sama hátt, sum mann altíð hevur gjørt í Kvívíkar kommunu, fortaldi Heini Holm, tann 1. desembur. Hann er eisini fullvísur í, at onki skeivt fór fram, tá listarnir skuldu latast inn, tann 21. oktobur.
Í blaðnum 1. desembur greiddi Heini Holm eisini frá, at hann ikki ynskti, at hendan søgan bleiv til nakað blaðstríð.
- Eg tók ikki telefonina hin dagin, tí eg visti, hvat tað var um, og eg haldi, at bygdarfólkið veit hvat er satt og ikki. Tað var ikki tí eg var bangin fyri at tosa um tingini, segði Heini Holm. Hann greiddi eisini frá, at hann helt tað vera løgi, at øll fýra fólkini á hinum listanum sótu í sama rúmið tá tað var endaliga avgjørt at hava tveir listar, tí hann heldur tað vísa, hvussu áhugaði tey vóru í einum felagslista.
Góðkendir listar
Báðir listarnir komu inn áðrenn seinastu freist, og hetta váttaði Tummas Marni Joensen, í blaðnum 26. novembur. Í samrøðuni tá, greiddi hann eisini frá, at listarnir vóru góðkendir á valnevndarfundi, tí teir luku øll krøv.
Um innlendismálaráðið avger, at geva Soffi Egholm viðhald í kæruni, so er tað valnevndin, ið hevur gjørt okkurt skeivt. Fær kæran viðhald í innlendismálaráðnum, so verður umval, og sitandi kommunustýri heldur fram til umvalið hevur verið.