Klippa gekkaskortar á Barnabókasavninum

Hósdagin fara børn og vaksin at klippa gekkaskortar á Barnabókasavninum í Havn Fyrrapartin hósdagin fara tey aftur at klippa gekkaskortar á Barnabókasavninum. Heimasíða býráðsins upplýsir, at hetta er árligt afturvendandi tiltak, sum vanliga fær góða undirtøku, siga tey á barnabókasavninum. Byrjað verður klokkan 10.00 fyrrapartin. Tað plagar at vera bæði børn, sum koma saman við foreldrum, og børn, ið ganga á dagstovnum, sum hugna sær á Barnabókasavninum ein slíkan fyrrapart.

Børnunum nýtist ikki at hava nakað við sær, tá tey koma. Bókasavnið hevur alt tilfarið, sum skal til fyri at gera ein fínan gekkaskot, sum børnini so kunnu ganga grýla í á føstulávint.