Klipp til løgregluna

Ein løgreglubilur fekk stóran skaða, tá førarin eftir øllum at døma ikki helt fjarstøðuna til bilin, sum koyrdi framman fyri Vakthavandi var ikki serliga tíðindafróður, tá Portalurin spurdi hvat var hent, og segði seg ikki vita enn, hvat nágreiniliga er farið fram.

Men myndamaðurin hevði spurt annan av løgreglumonnunum og hann greiddi soleiðis frá.

Teir vóru á veg norðureftir seinnapartin, tá bilurin, sum koyrdi framman fyri brádliga bremsaði. Førarin á løgreglubilinum koyrdi eftir øllum at døma ov nær bilinum framman fyri, tí hann náddi ikki at steðga.

Fyri ikki at renna upp í reyvina á jeepinum framman fyri, snaraði løgreglubilurn uttan um henda, men tá kom ein bussur ímóti honum. Førarin á løgreglubilinum royndi at snara inn aftur til høgru, men náddi tað ikki og rendi harvið í mótkoyrandi bussin.

Eins og myndirnar, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið, vísa, fekk løgreglubilurin stóran skaða.

Spurningurin er so bara um førarin nú fær klipp í koyrikortið fyri ikki at halda fjarstøðuna til bilin frammanfyri.