Tað hevur verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Onkur smærri ferðsluóhapp hava verið ymsastaðni, men einki álvarsamt ella sum hevur ført til størri skaða, sigur hann.
Løgreglan vísir annars, at løgreglan gjørdi ferðmátingar ymsa staðni í landinum í gjár. Uttan at nevna neyv tøl, upplýsir vakthavandi, at fleiri fingu klipp í kortið, meðan nakrir bilførarar eisini fingu treytaða frádøming av koyrikortinum.
Klipp verður givið, tá ein koyrir meiri enn 20 kilometrar um tíman omanfyri mest loyvdu ferð, meðan avleiðingin av at verða tikin fyri at koyra skjótari enn 30 kilometrar um tíman omanfyri mest loyvdu ferð, er treytað frádøming av koyrikortinum.










