Fleiri vildu hava serstøku upplivingina við heim, og tí gekk klassikarin hjá norska rithøvundinum og teknaranum Thorbjørn Egner sum heitt breyð í bókahandlum kring landið. Eisini vóru fleiri, ið ognaðu sær Bakibókina í Vallbakkaskóginum við leskiligum uppskriftum, góðum ráðum og stuttligum myndum. Bøkurnar báðar hava selt so væl, at eingi eintøk vóru eftir á Bókamiðsøluni, og eisini á hillunum í bókahandlunum er farið at tømast.
##med2##
Men nú, tað stundar til jóla, eru Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og Bakibókin í Vallbakkaskóginum aftur á goymslu hjá Bókamiðsøluni! So nú fara bókahandlarnir kring landið aftur at hava nógvar av hesum sera væl umtóktu bókunum til sølu.
Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum kom á fyrsta sinni út á føroyskum í 1979 og bleiv seinast endurútgivin í 2019. Eyðun Johannessen týddi. Bakibókin í Vallbakkaskóginum kom út í 2019, og Una Poulsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út.
##med3##