Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini í Sjónleikarhúsinum

Havnar Sjónleikarfelag fer nú undir barnaleikin ?Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini? eftir Thorbjørn Egner. Søgan um Klintrimús, Skógmús-Mortan, Bamsu-Pól, Mikkjal Rev og øll hini dýrini er sjónleikur fyri børn og vaksin, sum á ein einfaldan hátt fortelur okkum, at vit skulu vera góð við hvønn annan.

Sjálvur sigur Thorbjørn Egner at í Valbakkaskóginum finnur tú, eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Havnar Sjónleikarfelag hevur seinastu mongu árini havt ein barnaklassikara á skránni við umleið 3 ára millumbili. Eins og áður hevur felagið í ár valt ein leik hjá norska høvundanum Thorbjørn Egner. Seinast var tað Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, sum við 63 framførslum setti met hjá felagnum.

 

Manningin handan uppsetingina av Klintrimús telur omanfyri fimmti fólk, og tað er Egi Dam, sum leikstjórnar. Høvuðsleiklutirnir eiga Hanna Flóvinsdóttir, sum spælir Klintrimús, Barbaru Hentze í Stórustovu er Skógmús Mortan, meðan Hjálmar Dam er Mikkjal Revur.

 

Framførslurnar verða:

Týsdagin 28. oktober kl. 19

Mikudagin 29. oktober kl. 19

Mikudagin 29. oktober kl. 19

Fríggjadagin 31. oktober kl. 20

Sunnudagin 2. november kl. 17

Týsdagin 4. november kl. 19

Mikudagin 5. november kl. 19

Fríggjadagin 7. november kl. 20

Leygardagin 8. november kl. 17

Sunnudagin 9. november kl. 17

Týsdagin 11. november kl. 19

Mikudagin 12. november kl. 19

Fríggjadagin 14. november kl. 20

Leygardagin 15. november kl. 17

Sunnudagin 16. november kl. 17

 

Atgongumerki fáast til keyps hjá Kunningarstovuni.