Klintraðu upp á Báradrang í gjár

Øssur D. Eiriksfoss, Gudmundur Joensen, Jóni B. Christiansen og Harald Joensen hava sum teir fyrstu verið á Báradrangi.

Í gjár klintraðu 4 mans upp á Báradrang. Báradrangur stendur útfyri Froðbiarnípu, og mong hava óivð sæð Báradrang, tá tey við Smyrli sigla inn á fjørðin á Tvøroyri.

 

 

- Í gjár kl 10 løgdu vit fýra, Øssur Debes Eiriksfoss, Jóni B Christianssen, Harald Joensen og Guðmundur Joensen leiðina úr Vági ímóti Froðbiarnípu, við endamálinum at røkka toppin á Báradrangi, ellaThe praying munk, greiðir Gudmundur Joensen frá.

 

 

- Hetta var onnur royndin at røkka dranginum. Fyrsta royndin kiksaði, tí nógv regn kom á, tá klatrast skuldi, og tá er torført at klatra, tí bergið verður so hált. Men betri veðurlíkindi enn í gjár kundu vit ikki fingið, og tí varð farið undir at klatra. Klatringin gekk væl og byrjað varð kl 13:13 heilt nágreiniliga. Øssur var fyrsti maður, og skuldi leggja og skipa leiðina, men at vera fyrsti maður er avgjørt torførasta uppgávan á ferðini, og var tað skjótt greitt at drangurin ikki var lættur at klatra á, men Øssur vísti serligt klatrihegni, og heilt serligt dirvi, og kundi hann eftir 4 tímum á vegginum rópa klárt til næsta mann at koma upp, sigur Gudmundur Joensen.

 

 

- Eftir hetta gekk væl, og kundu vit allir taka felags mynd um 21 tíðina uppí á dranginum. At koma niður og heim gekk væl, og kundu vit eta ein Burgara á Báruni í Vági kl 1 á nátt. Lokalir halda seg ikki vita um nakran at hava verið á dranginum, sigur Gudmundur Joensen.

 

 

The Praying Munk kallað enskir hermenn Báradrang undir seinna heimsbardaga, tí teir hildu drangurin minti um ein munk, sum situr framkropin og biður.

 

 

 

Myndir; Jóni B. Christiansen