Týski landsliðsvenjarin Jürgen Klinsmann sá sítt lið verða avbukað av Italia í venjingardysti mikukvøldið, men Klinsmann hevur ikki mist vónina um eitt gott úrslit í HM-endaspælinum á heimavølli.
Vit mugu taka skyldina fyri hetta stórtapið á okkum, men vit halda fram við sama ídni, og eg havi fult álit á mínum spælarum, sigur Klinsmann.
Týsku fjølmiðlarnir vóru tó ikki mjúkir at strúka eftir stórtapið mikukvøldið. Blaðið Bild skrivaði, at spælararnir ikki høvdu uppiborið sína løn, og serliga lyklaspælarin Michael Ballack fær av at vita. Bild skrivar, at Ballack hevur sama virði sum ein pizza.
Tit hava gjørt Týskland fyri skommum, skrivaði Bild í sínari bersøgnu umrøðu av dystinum.










