Klezmer sum ikki er klezmer

Eitt, ið eyðkennir G! festivalin, er, at hann ofta hevur vitjan av bólkum, ið umboða forkunnugar genrur. Í ár er einki undantak, og er túrurin hesa ferð komin til klezmer. Portalurin fekk eitt prát við Amsterdam Klezmer Band, sum skal á pall í kvøld.

 

- Vit spældu faktist eisini gjárkvøldið vegna avlýsingar og umrokeringar. Tann konsertin var styttri enn tann, sum verður í kvøld, men hon var tó ikki minni energisk, sigur Theo, ið spælir harmoniku.

 

Hóast navnið ber brá av at vera ein klezmer bólkur, so er tað ikki so.

 

- Upprunaliga byrjaðu vit við klezmer fyri 15 árum síðani. Men síðan tá hava vit blandað tað við balkan, gipsy, ska og nógvum øðrum, so tað er faktist okkara heilt egna, sigur Theo, sum saman við bólkinum spælir upp til 100 konsertir um árið.

 

Limirnir í Amsterdam Klezmer Band eru ótrúliga hugtiknir av Føroyum.

 

- Føroyar eru virkuliga vakrar og hugtakandi. Fjøllini síggja so gomul og veðurbard út, at man fær ordiliga kensluna av, at tað er hart at búgva her, sigur Joop, ið spælir trombon.

 

Í morgin fer Amsterdam Klezmer Band á pall, og sambært teimum sjálvum skulu áhoyrararnir gleða seg.

- Tit skulu vænta eitt brak av eini veitslu, ja, eina kvalitetsveitslu, sigur Theo at enda.