Hetta er triðja dystin á rað, at klaksvíkingurin skorar eitt mál. Harvið sær út til, at Páll Klettskarð veruliga hevur skotið seg heitan, nú kappingin leygardagin verður tikin upp aftur eftir vetrarsteðg.
Umframt at gera mál hevur Páll Klettskarð eisini roynst sera væl í venjingardystunum.
Vanløse spælir leygardagin heima í móti Skjold, sum liggur undir niðurflytingarmarkinum og er nummar 15 av 16 liðum. Vanløse liggur hinvegin nummar tíggju í deildini, men har er tætt og einans trý stig eru upp til fimta plássið.