Kleptokrati

Yvirskriftin er eitt fremmandaorð, ið merkir ein stýrisform, har stjórnin stjelur fólksins pengar. Hetta kundi mint á suðuramerikansk viðurskiftir, t.d. í Argentina. Men okkum nýtist als ikki at fara so langt at leita eftir hesum fyribrigdi.

Stutt undan jólum samtykti samgongan eina fíggjarlóg, sum í útgangsstøði gav hall, tí samgongumenn í nationalistiskari fáfongd høvdu skorið blokkin við 366 mill. kr. Einans 15 tinglimir atkvøddu fyri hesum stóra niðurskuri. 15 føroyingar avgjørdu, at vit øll skuldu gerast 366 mill. kr. fátækari í ár og mong ár fram.
Samgongumenn hava tvíhildið um, at fullveldið onki skuldi kosta. Men hvat kundu vit fingið fyri hesar 366 mill? Vit kundu t.d. nøktað allan ellis- og røktarheimstørvin, eini 400 stovnspláss í ár og goldið alt kontant. Vit kundu eisini hækkað fólkapensiónirnar fleiri túsund kr. um mánaðin, uttan at hetta varð fíggjað yvir skattin. Tann nýggi Smyril, sum nú skal byggjast og kemur at tyngja fleiri fíggjarlógir fram, kundi verið koldin kontant. Nýtt skip, pengarnar í hondina. Ger so væl!
Planir eru um at gera undirsjóartunnil millum Leirvíkina og Norðoyar. Eitt sløð av pengum varð sett av til endamálið við eini eykajáttan seinasta ár, men onki oyra er sett av til verkætlanina á fíggjarlógini í ár. Pengar vóru snøgt sagt ikki til tað. Varðveittu vit blokkin á sama støði, sum henda samgonga tryggjaði sær alt skeiðið, kundu vit sett á at bora til Norðoyar tann dag í dag. Og tá tunnilin var liðugur, var hann goldin allur sum han var, og vit høvdu enntá sloppið undan bummpengum.
Her eru bara nøkur hugskot, hvussu Javnaðarflokkurin hevði húsast, um vit sótu við ræðið.
Øll hesi stórmál høvdu sjálvandi ikki verðið nádd eftir einum ár sjálvandi. Men eftir 4 árum tvs. einum valskeiði vóru øll hesi mál nádd. Uttan at tað nervaði skattaborgaran ella landskassan við einum oyra.
Tað er ein undarlig kensla, man situr við, at vita sær at vit hava eitt stýri, sum miðvíst rekur ein politikk, sum ger tað trengri hjá borgaranum, tí teir tóku 366 mill. kr. frá okkum.
Er ikki tíðin komin, at vit geva teimum fótin eitt ávíst stað?