- Hetta er fyrsta soloútgávan hjá mær, so tað er ordiliga deiligt at verða tilnevndur. Man kann siga, at hetta er ein nissja-sjangra, tí tað er føroyskur modernaður klavertónleikur. Eg seti vanliga FMA í samband við meira popputum tónleik, so tað er stuttligt, at tað er pláss til slíkt, hóast tað ikki er gerandiskostur hjá teimum, ið lurta.
Tað sigur Mattias Kapnas, ið er uppskoti til at vinna tvær FMA-tónleikavirðislønir í ár. Í Opna Flokkinum er hann tilnevndur til Ársins sangara/einleikara, umframt at hansara útgáva Kapnas spælir Blak er tilnevnd til Ársins útgávu/konsert í sama flokki.
Harumframt er Kristian Blak tilnevndur til Ársins Kompositión fyri lagið Vatn og grót, ið Mattias Kapnas spælir fløguni Kapnas spælir Blak.
Umframt at hann er tilnevndur til fleiri virðislønir, so er evnaríki tónleikarin eisini ein teirra, ið skal framføra til ársins FMA-tiltak.
- Eg gleði meg ordiliga nógv. Eg eri eisini byrjaður at hugsa um tað og fyrireika meg til framførsluna. Nógv fólk vera til staðar, tað verður ordans veitsluhýrur, og eg skal spæla eitt mega modernað klaverstykki av fløguni hjá mær, sigur Mattias Kapnas.