Klaverkonsert aftur við stummfilminum Jeanne d´Arc

Leygardagin og sunnudagin fer bretin Nigel Allcoat at hava konsertir í Føroyum. Byrjað verður leygarmorgunin við eini orgulmatiné í Christianskirkjuni í Klaksvík. Síðani skal hann spæla sunnumorgunin undir gudstænastuni í Havnar kirkju. Í kirkjunum spælir hann uttan stummfilmin. Tann stóra konsertin, klaverimprovisatiónin, har stummfilmurin samstundis verður vístur, verður sunnudagin kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.

Nigel Allcoat (f. 15/3 1950) er kendur sum ein av fremstu improvisatørum á orgul og klaver í Onglandi. Hann er m.a. útbúgvin á London Royal School of Church Music og á Conservatorio Santa Cecilia í Rom. Her var hann tann síðsti klavernæmingurin hjá tí kenda Germani. Seinni hevur hann eisini útbúgvið seg hjá Piet Kee, Anders Bondemann, Andre Isoir o. ø.


Fjølbroyttur snillingur

Sum 16 ára gamal spældi Nigel Allcoat t.d. klaverkonsertina hjá M. Tippets í Keypmannahavn. Seinni hevur hann luttikið í dómarapanelum undir kappingum, og undirvíst á masterclasses runt um í heiminum. Hann hevur havt eitt ótal av konsertum, sum mangan eisini eru útvarpaðar. Í 1988 bleiv hann settur í starv sum gestalærari í improvisatión við konservatoriið í Manchester. Hetta starv var nýtt ? tað fyrsta av sínum slag - og serliga ætlað Nigel Allcoat. Hann hevur fingið sera lagaligar undirvísingar umstøður við universitetini í Oxford og Cambridge, umframt eitt gestaprofessorat við Konservatoriið fyri Kirkjutónleik í Dresden. Haraftrat undirvísir hann á International Summer Organ Conservatoire, sum liggur honum serliga nær at hjarta. Har samarbeiðir hann við m. a. Piet Kee, Ewald Koiman, Ulrik Spang-Hanssen.

Nigel Allcoat hevur fingið sera góð ummæli fyri sínar improvisatiónsfløgur. Ein kom út í 1993 og ein í 1996. Eisini hevur hann givið fløgu út við enskum og fronskum barokktónleiki. Hann hevur haraftrat framleitt 2 pedagogiskar fløgur um improvisatión og aðrar fløgur. Umframt improvisatión so er hann sera áhugaður í gomlum tónleiki og ljóðførum. Tískil hevur hann fingið eitt sera tætt samarbeiði við tann franska orgulsmiðin Bernhard Aubertin, sum serliga hevur lagt seg eftir at byggja barokkorgul.

Umframt at virka sum pedagogur, solistur og akkompagnatørur er hann 1. dirigentur hjá einum frálíkum kóri í Hinkley. Nigel Allcoat er sera fjølbroyttur og hevur eini serlig evni at ?blíva eitt? við ljóðførið, sum hann spælir á, og at fáa sjálvt eitt lítið og einfalt orgul at ljóða upp til sítt besta.


Jeanne d´Arc eitt stórverk í filmssøguni

Filmurin ?Jeanne d´Arc? er frá 1928. Tað er Carl Th. Dreyer, sum hevur gjørt filmin. Í søguligum samanhangi hevur hesin filmurin fingið umdømi, sum ein tann best spældi langi stummfilmurin nakrantíð. Tað framúrskarandi myndamálið bergtekur enn í dag hyggjaran, og staðfestir at filmurin er eitt stórverk í filmsøguni. Filmurin er um ?prosessina? og avrættanina av tí ungu fronsku gentuni ?Jeanne d´Arc?. Við óteljandi nærmyndum skapar Dreyer eina skelkandi sálarliga nærveru. Einfalt kvinnuhatur og religøst hyklarí ger avrættanina av Jeanne (1412 ? 1431) til eitt martyrium, tá hon ofrar seg fyri Gudi og Føðilandið. Longu sum barn hoyrdi bóndadóttirin Jeanne (Jomfrúgvin frá Orleans) røddir, sum bóðu hana um at gerast Guds amboð. Heim hennara var sora av bretum, men einki kundi vika hennara samband við Harran. Eftirtíðin hevur minst hana, sum tann sakleysa, ið var ofrað av sínum egnu í einum kyniskum valdsspæli. Tann viðurkendi enski pianisturin Nigel Allcoat er ein av teimum fáu, sum dugir listina til lítar at improvisera til ein stórfingnan film sum hendan.

Søgan um Jeanne d´Arc er eisini áhugaverd í dag. Nevnast kann, at júst í hesum døgum verur ein nýggjur filmur, sum er gjørdur í Hollywood, um Jeanne d´Arc vístur í filmshallum runt um í heiminum. Nú er so eisini møguleiki at síggja og uppliva tann gamla filmin.

Ferðin til Føroya hevur verið undir fyrireiking í yvir eitt ár. Í fjørsummar var danska Karin Jürgensen, sum er samskipari hjá Nigel Allcoat, í Føroyum og vitjaði ymsastaðni har møguleiki kundi verið at hildið konsert. Úrslitið er at Norðurlandahúsið hevur fyriskipa hesar tríggjar konsertirnar í Klaksvík og Havn. Nigel Allcoat hevur haft tilsvarandi klaverimprovisatiónir saman við filminum ?Jeanne d´Arc? bæði í Danmark og Týsklandi.tta í umsókn mínari, tí eg vildi ikki gera fokus á trupulleikan.

? At tað júst gjørdist Lorry, sum eg fór í starvsvenjing hjá, vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er at søkja á fýra starvspláss, og eg var somikið heppin, at fáa positivt svar frá øllum teirra.

? Eg valdi tó Lorry, tí at síggja til, var hetta staðið, har eg roknaði við at sleppa at takast við flestar lutir. Áðrenn eg tók mína avgerð, var eg á vitjan á teimum fýra støðunum, og hóast fleiri vóru eitt sindur trek við at greiða frá arbeiði sínum, so helt eg fast um, at eg mátti vita, hvat tey kundu bjóða mær.

? Sjálv setanin var nóg so stuttligt, og eisini eitt sindur spennandi, tí mær stóð eisini í boði at sleppa á donsku TV-avísina. Eg var inni til samrøðu hjá teimum, og eftir hesa bóðu tey meg bíða uttan fyri hurðina í einar fimm minuttir. Eg gjørdi tó skjótt av, tí meðan tey innanfyri hurðina gjørdu av, um eg skuldi vera hjá teimum, skundaði eg mær yvir til Lorry, orsakað at soleiðis kom rennandi inn, og segði teimum frá, at eg vildi sleppa í starvsvenjing har.

? Viðkomandi, sum eg tosaði við, játtaði hesum, hóast hann ikki hevði lisið umsókn mína, men hann segði seg hava tó hava hoyrt um samrøðuna, sum eg hevði havt við ein av starvsfeløgum hansara.


Gerandisdagurin

Hvussu gongur so ein vanligur arbeiðsdagur á eini slíkari sjónvarpsstøð?

? Arbeiðsdagurin gongur á tann hátt, at møtt verður til arbeiðis um níggju tíðina, tá vit beinanvegin hava ein redaktiónsfund, har avgjørt verður, hvørji evni skulu viðgerast í tíðindasendingini tað kvøldið.

? Har tosað vit vanliga um tey evni, sum hava verið viðgjørt í fjølmiðlunum dagin fyri, og kanska serliga, hvørji evni bløðini hava viðgjørt. Eg havi tað aloftast soleiðis, at eg lesið Berlingaran á veg til arbeiðis, meðan eg siti í bussinum.

? Starvsfólkini eru at kalla býtt upp í fleiri bólkar, har onkur tekur sær av meira bleytum tilfari, onkur fer snøgt sagt við einum kamera, men sjálv havi eg valt at vera við til at gera tíðindasendingar, har vit fyri tað mesta gera dagsaktuelt tilfar.

?Tá komið er til arbeiðis, so koyrir tað bara við fullari ferð. Tíðindafólkini gera neyðugu avtalurnar, hvønn vit skulu tosa við o.s.fr., og so um ellivu tíðina kemur kameramaðurin til arbeiðis.

? Ein stórur partur av arbeiðinum er eisini at fáa orð og myndir at passa saman, tí sjálvur tíðindastubbin varar aloftast ikki meira enn nakrar heilt fáar minuttir, so tað ræður um at bera boðskapin stutt og greitt fram.

Tórun greiðir annars frá, at ein lutur, sum ofta kann gerast ein trupulleiki er, at fólk ikki kenna seg trygg við at standa framman fyri upptøkutólinum.

- Tá ræður kanska um at fáa tey at kenna seg trygg við tí arbeiði, sum eg geri, eftir at eg havi tosað við tey, men tað er heldur ikki altíð at hetta ber til. Er tað t.d. ein persónur, sum hevur fingið harðar ákoyringar, so ræður jú at fáa hann at svara teimum skuldsetingum, sum eru settar fram móti honum. Hinvegin eru so sjálvandi eisini onnur fólk, sum tú nærum ikki fært steðga. Serliga politikkarar og onnur, sum eru von við at vera í fokus. Aloftast hava tey ein boðskap, sum tey vilja hava út, og so er meira ella minni líkamikið, hvørjar spurningar tú setir fram.


Vil sleppa at gera mun

Upplivingarnar, sum hon hevur fingið innan yrki higartil eru sjálvandi nógvar. M.a. tá hon og ein starvsfelagið í Sjónvarpinum sum einastu fjølmiðlafólk fingu loyvi at gera samrøðu við krúnprinsin á Føroyaferð hansara. Esini nevnir hon eitt dømi um, tá ein føroyingur, sum var loðsur í Keypmannahavn ikki vildi tosa við nakað umboð fyri fjølmiðlarnar, men eftir at hava fingið bræv á føroyskum frá Tórun skifti hugsan.

Tá tosið fellur inn á framtíðina, er ikki líkt til, Tórun longu hevur gjørt upp við seg sjálva, júst hvat hon ætlar sær at gera.

Fyri fyrst hevur hon í øllum førum sett sær fyri at gera skúlagongdina lidna. Starvsvenjingin endar 1. februar, og so skal hon aftur til Århus.

- Eg kundi væl hugsað mær at verið við til at gjørt eina rættuliga dokumentarsending. Eina sending, har man veruliga hevur tíð til at kanna alt tað, sum liggur aftanfyri ávísa evnið.

? Tað at arbeiða við dagligum tíðindaflutningin er sjálvandi øgiliga spennandi, tí tú fært so nógv við av tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum.

? Hinvegin er hetta jú ikki annað enn at bera boð víðari, og dreymurin er at kunna gera eina sending, har eg veruliga merki, at mítt arbeiði hevur gjørt mun í tilveruni hjá fólki.