Týskvøldið skipa Konsertfelagið og Norðurlandahúsið fyri konsert við danska klaverúrmælinginum, Katrine Gislinge.
Hon er útbúgvin frá danska kongaliga konservatoriinum og spældi sína fyrstu konsert í 1992. Men síðani hevur hon lisið víðari hjá navnframum klaverspælarum í New York, Yale og London.
Og nú er hon ein av bestu, og mest umbidnu klaverspælarum í Europa, og hevur spælt á nógvum tónleikastevnumm eitt nú Lockenhaus, Festival de radio France et Montpellier, Cervantino Festival Mexico og London City Festival.
Hon er eisini javnan at hoyra saman við saman við Lars Bjørnkjær, violinleikara, og Toke Møldrup, selloleikara, og saman við teimum báðum, mannar saman við henni mannar Katrine Gislinge Den Danska Klavertrio.
Harumframt hevur hon verið við í einum hópi av útvarps- og sjónvarpssendingum umframt at hon er dómari í fleiri stórum og viðurkendum klaverkappingum.
Konsertin, sum verður í Norðurlandahúsinum, er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Konsertfelagið.