Klaus Toppmöller visti ALT um føroyska landsliðið

Klaus Toppmöller kollgitti alt føroyska liðið undan dystinum, og visti annars alt um føroyska landsliðið, um einstøku leikararnar og hvar teir standa

Føroysk og týskt ordnung must sein:
Klaus Toppmöller visti ALT um føroyska landsliðið

Klaus Toppmöller kollgitti alt føroyska liðið undan dystinum, og visti annars alt um føroyska landsliðið, um einstøku leikararnar og hvar teir standa

FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo

Tað er munur føroyskari presissheit og týskum ordnung must sein. Tað var skjótt at ásanna eftir samrøðu við týska venjaran hjá Georgia, Klaus Toppmöller.
At hann ikki er hvør sum helst síggja tit aðrastaðni í síðuni, og at onki av hansara góðu úrslitum er komið av tilvild fara tit at ásanna, eftir at hava lisið hesa grein.

Fantastiskt men ikki rættvíst úrslit
Tá vit hitta hann uttan fyri B68-húsið eftir dystin í gjár er hann bæði blíður og týður.
- Hetta er eitt ótrúligt úrslit. Heima í Georgia eru fólk ovurfegin um sigurin, tí einum hevði roknað við einum slíkum úrslitið, Klaus Toppmöller.
- Vit høvdu fimm leikarar skaddar og í veruleikanum var ongin av teimum vanligu miðverjunum við. Tí vórðu vit noyddir at royna nøkur nýggj ting, sigur Klaus Toppmöller og sipar til, at vanliga stillar georgiska liðið upp í eini klassiskari 4-4-2 uppstilling, meðan teir í gjár eisini spældu 4-4-2, men sum lætt kundi broytast til og forveklast við eina 3-4-3 skipan.
- Vit máttu millum annað manna ein part av miðverjuni við einum framrættaðum miðvallarleikara, sigur Klaus Toppmöller.
Mongu útskiftingarnar á liðnum gjørdu eisini, at georgiska liðið byrjaði varliga og gav føroyingunum pláss.
- Vit vóru ógvuliga hepnir, at vit ikki komu aftur um beinanvegin í dystinum. Høvdu føroyingarnir lagt seg á odda so tíðliga, hevði dysturin heilt víst verið øðrvísi, staðfestir Klaus Toppmöller.
Og sum heild hevur hann ongan hug at undirmeta føroyska liðið.
- Hóast úrslitið var talan um ein strævnan dyst hjá okkum. Frammanundan høvdu vit verið nøgdir við at vinna við einum máli, og 6-0 er í hvussu so er ikki nakað rættvíst úrslit, heldur Klaus Toppmöller.
- Vit vita, at tað ongantíð er lætt at spæla í móti Føroyum. Tykkara úrslit í móti Týsklandi boðar frá hesum, har teir ikki fáa hol á fyrr enn í 88. minutti, og tí tóku vit uppgávuna í størsta álvara, sigur Klaus Toppmöller.

Kollgitti alt liðið
At so er kunnu vit bara staðfesta, eftir at hann hevur greitt frá síni vitan um føroyska liðið.
- Tit hava eins og vit sera nógvar skaddar leikarar, og tað er sjálvandi ein missur at tit ikki hava menn sum mr. Olsen (Súni, blðm.) og mr. Fløtum (Andrew, blðm.) við á liðnum, og tí verða tit noyddir at stilla við einum rættiliga ungum liði, greiðir Klaus Toppmöller frá.
Vanliga kenna landsliðsvenjararnir, ið koma henda vegin ikki tað stóra til føroyskan fótbólt, og í frægasta falli kenna teir útisetarnar. Fyri at vita, um hetta eisini er galdandi við Klaus Toppmöller spyrji eg hann, hvat hann annars veit um føroyskan fótbólt.
- Alt, svarar hann stutt og flennir hart. Eg haldi at hann skemtar, men finni skjótt út av, at so er ikki. Klaus Toppmöller veit kanska ikki alt men hann veit veruliga nógv um føroyskan fótbólt.
- Eg skal siga tær, at eg framman undan dystinum hevði sett meg niður og skriva, hvussu eg væntaði at føroyska liðið fór at síggja út, og eg kollgitti allar sum ein, smílist Klaus Toppmöller.
- Tað einasta eg ivaðist í var, um Hans Samuelsen (Hans Pauli, blðm.) møguliga fór at byrja inni, síðani hann gjørdi tað so gott í dystinum í móti Pólandi, men eg setti mr. Jacobsen (Christian Høgna, blðm.) har í staðin, og tað vísti seg at vera rætt, fortelur Klaus Toppmöller.

Borg og Benjaminsen
Spurdur um, hvørjar leikarar á føroyska liðnum hann hevur hug at taka fram, ið hann heldur vera góðar, nevnir Klaus Toppmöller tveir.
- Eg haldi at Borg og Benjaminsen vera tveir góðar leikarar, men eg væntaði mær eitt sindur meiri av mr. Samuelsen, sum spælir so sera væl í Keflavík í løtuni, sigur Klaus Toppmöller, og heldur áfram:
- Jú vit eru ovurfegnir um úrslitið, men vit hava eisini fyrireikað okkum væl. Til dømis hava vit eisini hugt væl at, hvussu stórir ymsu leikararnir eru og hvar teir standa í deyðbóltsstøðum, soleiðis at tit ikki skuldu fáa nøkur bílig mál, fortelur Klaus Toppmöller, áðrenn hann fór inn aftur í georgiska umklæðingarrúmið, har hvør einstakur georgiskur leikarari helst fekk at vita niður í minsta staklut, hvussu hann stóð seg á vøllinum í gjár.
Jú, her er skjótt at staðfesta, at ordnung must sein gevur úrslit. Í hvussu so er í móti føroyskari presissheit...